Handilstreytir

 

Hetta eru handils- og bíleggingartreytir fyri bíleggingar á heinta.fo.

 

Áðrenn bílagt verður á heinta.fo, skal kundin góðkenna hesar treytir.

 

Kundin hevur ábyrgd av, at bíleggja við støðið í teimum vørum og veitingum, sum verða lýstar til sølu á heinta.fo. Harumframt hevur kundin ábyrgd av at velja veitingartreytir – heinting, heimkoyring, ella at seta eitt møguligt framtíðar veitingartíðspunkt á bíleggingina – út frá teimum møguleikum, sum eru lýstir á heinta.fo. Kundin hevur eisini ábyrgd fyri, at møguligt gjaldskort hevur gildi so tað kann nýtast til gjalding og at møguligt gjald eftir rokning verður goldið til ásetta tíð

 

Áðrenn kundin gjøgnumførur bíleggingina endaliga verður kostnaðurin fyri hesa upplýstur. Kostnaðurin verður vístur við merivirðisgjaldi og øðrum gjøldum, sum kunnu koma fyri, so sum umsitingargjald, avgreiðslugjald, fakturagjald ella gjald fyri gjaldskort. Á henda hátt kann kundin taka støðu til samlaða kostnaðin áðrenn hesin endaliga gjøgnumførur og góðkennir bíleggingina.

 

Tað er til einhvørja tíð prísir og kostnaðir á heinta.fo sum eru galdandi og hesir kunnu broytast dagliga.

 

Á heinta.fo framgongur á hvønn hátt tað er gjørligt at gjalda fyri bíleggingar á heinta.fo. Her framganga gjaldskort og aðrir gjaldshættir. Fyri at lætta um afturvendandi bíleggingar er gjørligt at skráseta gjaldskort á heinta.fo. Upplýsingar um gjaldskort verða tó ikki goymdar á heinta.fo, men hjá veitaranum av gjaldskortum, og tí hevur heinta.fo ikki atgongd til hesar upplýsingar.

 

Tá kundin hevur bílagt, fær kundin eina bíleggingarváttan sendandi sum teldupost á tann teldupostin, sum er skrásettur á heinta.fo. Inntil bíleggingarváttanin er send, kann heinta.fo avlýsa bíleggingina.

 

Tað er kundans ábyrgd at kanna bíleggingarváttanina og at tryggja, at hendan er í trá við tað, sum er bílagt og at siga frá, um hetta ikki er so.

 

Tá veitingin er framd, fær kundin eina bíleggingarkvittan á tann teldupost sum kundin skrásetir á heinta.fo. Umframt hetta eru bíleggingarkvittanir tøkar undir bíleggingarsøgu kundans í skipanini. Kundin fær eisini fráboðan, um bíleggingar verða broyttar ella strikaðar.

 

Tað hevur týdning fyri okkum at tú sum kundi er nøgd/nøgdur við tænastuna, sum vit veita. Um okkurt er at finnast at, er kundin vælkomin at skriva til okkara á heinta@heinta.fo. Um okkurt er at finnast at matinum, so er tað í síðsta enda matstovuna, kundin skal venda sær til, tí vit einans veita eina tænasta í sambandi við veitinginga, men um neyðugt kunnu vit eisini midla tykkara ónøgd.

 

Annars verður víst til galdandi keypilóg

 

Heinta.fo sp/f

Argjavegur 21A, 160 Argir

Telefon: 591502 ella 581502, heinta@heinta.fo

  

 

 

loading-1.gif
{ "applinks": { "apps": [], "details": [ { "appID": "8Y328H7L85.com.product.Eatonline", "paths": ["*"] } ] } }